Tað er kanska vorðið eitt sindur vátari í veðrinum. Men tað er slíkt sirm, sum kemur og fer, so tað er ikki nakað, sum darvar fólki. Hinvegin er nógv fólk enn í býnum.
Millum smáu droparnar hoyrast tónar av Tórspalli beint uppi yvir Býráðshúsinum. Fólk standa eitt sindur tilvildarliga spjadd og lýða á, meðan tónleikarar og sangarar úr Evangeliihúsinum syngja og spæla á útimøti. Onnur ganga omaneftir ella niðaneftir í fylgi við familju og vinum. Alla staðni síggjast fólk standa í smáum bólkum og práta saman, áðrenn tey fara víðari at tosa við onkran annan. Summi hvíla seg eisini við eitt av mongu borðunum, ið eru stillað upp, meðan tey fáa sær okkurt til matna frá einum av mongu sølubúðunum í býnum.
Mitt í tí heila kemur eitt orkestur skrúðgangandi niðan eftir Vaglinum, meðan vakrir tónar hoyrast úr ljóðførunum. Tey hoyrast eina løtu, og so knappliga eru tey burtur, tí tey eru farin víðari. Enn eitt tiltak, sum setur lit á miðbýin.
Tað eru ikki eins nógv fólk niðri í býnum nú, sum tað vóru til setanina fyrr í dag. Men nógv fólk eru tó í býnum, allan vegin frá KFUM og oman til Skálatrøð.










