Góður - men lækkandi fiskaprísur

Í gjár var miðalprísurin á uppboðssøluni 22,45 - og í morgun var hann 19,46 krónur fyri kilo.

Í gjár var miðalprísurin 22,45 - og í morgun var hann 19,46 krónur fyri kilo.

Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya eina minni nøgd av fiski, stívliga seks tons tilsamans, fyri samanlagda miðalprísin á 22,45 krónur fyri kilo. Meginparturin var toskur og hýsa.

Aftur í dag var fiskaprísurin góður, og í morgun vóru eisini nøkur fleiri tons á uppboðssøluni, stívliga 36,2 tons tilsamans, meginparturin toskur og hýsa.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at samanlagdi miðalprísurin á søluni í morgun var 19,46 krónur fyri kilo.

Umleið 24 tons vóru av toski, og her var besti miðalprísur 26,64 krónur fyri kilo, sum varð latin fyri tosk 1. Størstar vóru nøgdirnar av toski 4, 11 tons tilsamans, sum fóru fyri miðalprísin 18,17 krónur fyri kilo.

Umleið 11,5 tons vóru av hýsu, og her var besti miðalprísur 21,19 krónur fyri kilo, sum var fyri hýsu 1.

Bert smávegis nøgdir vóru av øðrum fiskasløgum.

Tey tilsamans 36,2 tonsini, sum vórðu seld á marknaðinum í morgun, fóru fyri stívliga 700.000 krónur tilsamans.