Góður línufiskiskapur í íslendskum sjógvi

Í løtuni er eitt línuskip í grønlendskum sjógvi, og átta eru í íslendskum sjógvi.

 

Trý smærri ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í løtuni. Tey fáa mest av hýsu og so nakað av toski. 

- Øll koma inn at landa fyrst í næstu viku. 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at øll frystilínuskipini eru til fiskiskap. 

- Eitt er í føroyskum sjógv, eitt í grønlendskum sjógvi, og átta fiska í íslendskum sjógvi. 

Okkurt av skipunum kemur inn at landa í næstu viku.

- Fyrstilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum. 

Skipini hava góðan fiskiskap. 

Streymurin verður góður í næstu viku, men tað verður høgætt. Tí er ikki vantandi, at her verður nógvur útróður. 

- Teir stóru útróðrabátarnir gera tó helst onkran túr. Teir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, verður lagt aftrat.