Góðar vónir um at finna beinagrindina aftur

Tað verður nógv lagt fyri í royndunum at bjarga beinagrindini til lands

Enn er tað ikki eydnast at finna beinagrindina, sum ein frítíðarkavari fakk útfyri Ljósá í gjár.

Hann tók skøltin við sær til lands og nú verður leitað eftir restini.

 

Les eisini: Kavari funnið eina beinagrind við Ljósá

 

Jón Klein Olsen, leiðari á kanningardeildini hjá politinum, sigur at froskmenninir, sum leita, halda, at að er bara ein spurningur um tíð, áðrenn beinagrindin verður funnin.

Tá ið hon er funnin, verður farið undir arbeiðið at eyðmerkja hana.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jón Klein Olsen greiða frá.