Góða Ása Johannesen

Tað var við undran og sorg eg las bræv títt í Sosialinum mikudagin, eitt bræv, ið varð stílað til løgmann og har tú undirskrivar teg ”gudloysingur”. Tú setur løgmanni spurningar, sum hann óivað man fara at svara, men endar brævið við fylgjandi orðum, sum eg loyvi mær at viðmerkja.

Tú skrivar:

- vit skulu verja fólkaræðið

- vit skulu varðveita okkara samkenslu.

- vit skulu berja okkara fremmandahatur niður.

- vit skulu vera besta land í verðini at liva  í - fyri øll”.

 Men so leggur tú afturat:

 - hesi virðini eru ikki kristin. Tey eru menniskjalig.

 

 

Ein grundleggjandi feilur!

Her gert tú eitt grundleggjandi mistak! Vórðu “ hesi virði” menniskjalig og ikki kristin, so var heimur okkara ein heilt annar at liva í í dag! Men júst tí at tey ikki eru menniskjalig, er støðan so út av lagi syrgilig og døpur, sum hon er. Tað er jú menniskjan, sum fremur tær gerðir, sum elva til, at menniskju í hópatali hvønn dag doyggja av krígsávum og onnur av svongd og sjúkum. Ikki tí matur ella heilivágur manglar í heiminum, men tí raðfestingin av heilivágnum og matinum er skeiv. Og orsøkin er júst hon, at menniskjan er sjálvsøkin og ikki livir eftir hesum virðum, sum tú nevnir og leingist eftir.

Fremmandahatur blómar, fólkaræðið verður dagliga traðkað undir fótum og mong av heimsins londum eru langt frá “tey bestu” at liva í, einans tí hesi virðini, tú nevnir, ikki eru “menniskjalig”!

 

 

Øðrvísi har kristna trúgvin er boðin vælkomin!

Men har sum kristna trúgvin er sloppin framat, har sum menniskju dagliga liva saman við Frelsara sínum, har finna vit øll hesi virðini, tú ynskir, vit skulu verja!

Tað var í kjalarvørrinum av kristna gleðiboðskapinum at menniskju og tjóðir um allan heim vaknaðu og miðvíst fóru at taka sær av teimum treingjandi! Privat og alment varð farið undir at hjálpa og grøða tey sjúku. Tey gomlu vórðu ikki longur slept upp á fjall, men fingu virðiligar umstøður, hjálp til dagin- og innivist. Bíbilsku boðini um at taka sær av faðirleysum og einkjum lyftu hesi uppaftur úr fátækt, hungri og deyða, og nýføðingar við sjúku og breki, sum áður vórðu settir út at doyggja, vórðu bjargaðir av monnum og kvinnum, sum sjálvi vórðu broytt, tá tey møttu Frelsaranum.

Og vit kundu hildið á at nevnt einstøk og bólkar, m.a. kvinnurnar, sum aftur fingu virði á jøvnum føti við onnur, eitt virði sum lond og leiðarar, sum ikki grunda síni virði á kristnu trúnna, heldur ikki í dag veita teimum, júst tí hesi virði eru kristin og ikki menniskjalig.

 

Gev Jesusi ein møguleika!

At tú nevnir teg gudloysing boðar frá, at tú ert í vanda. Best verður hetta lýst av vísmanninum, sum í orðatøkunum skrivar so um júst hetta evni:

vegurin, ið hini gudleysu ganga, er sum bølmyrkur; tey vita ikki, hvat tey fara at detta um, men gøtan, ið hini rættvísu ganga, er lík skínandi ljósi, sum verður bjartari og bjartari, inntil hádagur er (vísmaðurin Sálomon, orðtøkini kap. 4. ø. 18).

Eg vildi ynskt, at tú, Ása, og onnur, sum ikki kenna trygdina, sum finst hjá Frelsaranum, góvu Honum ein møguleika, heldur enn at vraka tað framtíðartrygd og tann nútíðarfrið, sum bara Jesus kann geva.

Á tí trygga grundstøði, sum bara hann kann geva, verða tit tá við í einum heimsumfatandi netverki av menniskjum, sum royna at broyta heimin til eitt betri stað fyri øll. Hetta royna tey, tí tey hava møtt Honum, sum í orði sínum og í dagligum samskifti við tey, eggjar til at verja, hjálpa og virða næstan sum seg sjálvan.

 

p.s.: Lat meg leggja afturat, at tá eg tosi um kristin, so meini eg við menniskju, sum hava møtt Jesusi og sum dagliga liva saman við Honum og ikki stjórnir, felagsskapir ella einstøk, sum eftir øllum at døma ongantíð hava møtt Frelsaranum, men sum av órøttum fjala seg og gerðir sínar undir navni hansara L