Goðafoss skal sigla undir føroyskum flaggi

Stóra farmaskipið hevur nú fingið heimstað í Tórshavn

Stóra farmaskipið, Goðafoss, hevur nú fingið heimstað í Havn og skal frá nú av sigla undir føroyskum flaggi. Skipið varð í gjár skrásett í føroysku altjóða skipaskrásetingini, FAS.

 

Goðafoss hevur annars siglt undir íslendskum flaggi inntil nú. Tað er Sp/f Goðafoss Line, sum eigur skipið, og felagið er eitt dótturfelag hjá Faroe Ship. 

 

Eimskip er eftir øllum at døma í ferð við at skráseta eina røð av skipum í FAS. Sambært Faroe Ship verða tey tvey systirskipini hjá Goðafoss eisini skrásett í føroysku alltjóða skipaskrásetingini. Hesi eru Dettifoss og Lagarfoss.

 

Goðafoss er saman við Dettifoss flótandi stoltleikin hjá Eimskip-samtakinum, og eru tey somuleiðis størstu bingjuskipini í fastari rutu í norður atlantsthavi.

 

Goðafoss er bygt í Danmark í 1995. Skipið er 166 metrar langt og 29 metrar breitt. Tað er 14700 bruttotons til støddar og lastar 1457 TEU.

 

Í fjør keypti Faroe Ship eitt annað íslendskt bingjuskip, Selfoss.