Í sambandi við »Bókadagarnar« í Norðurlandahúsinum, verður framførðsla av plátuni Gluggamynd í dag, sunnudagin klokkan 18.
Tiltakið verður í Klingruni og er ókeypis.
Fyri skjótt nógvum árum síðani leitaðu glaðir amatørar í anorakkum og ulpum sær dag um dag niðan í »nýggju« útvarpshúsini fyri at syngja og spæla. Hetta var um heystið 1982, tá ið glataðu spælimenninir tóku upp plátuna Gluggamynd, við Carstini Arnskov sum upptøkumanni. Plátan kom út um várið árið eftir.
Jóannes Nielsen hevði givið sítt fyrsta yrkingasavn út »Trettandi mánaðin«, og systkini Jakobina og Pauli høvdu sett løg til nakrar av yrkingunum. Eisini yrkjarir sum T. N. Djurhuus og Steinbjørn B. Jacobsen fingu eitt upplyft, nú ið løg blivu sett til teirra yrkingar.
Gluggamynd kom út sum pláta í 1983, bleiv útseld og kom so seinni út sum fløga við smáum justeringum gjørdum av Paula og Jóhannes av Rógvi. Plátan hevur øll árini verið vælumtókt, og hevur selt javnt.
Á hægri útbúgvingarstøðunum verður eitt nú yrkingin »Til Boga og allar nýføðingar« meir el minni brúkt, sum fastur partur av pensuminum í føroyskum.
Manningin til konsertina í kvøld verður:
Jakobina Ellingsgaard, sang, slagverk, evt trummu.
Pauli Hansen, sang, guittar.
Arnbjørn Sivertsen, guittar.
Fróði Sandoy, kontrabass, sang.
Angelika Nielsen, violin.
Andrea Heindriksdóttir, tvørfloytu.