Gloym meg ei er latið upp í Klaksvík

FM1 var til staðar til móttøkuna hjá Gloym meg ei, sum nú er latið upp í Klaksvík.

Í sambandi við, at virknis- og tilhaldsstaðið - Gloym meg ei – er flutt til Klaksvíkar, varð móttøka í nýggju hølunum á Klaksvíksvegi í Klaksvík í gjár.

 

Gloym meg ei er virkis- og tilhaldsstað og partur av Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum. Stovnurin hevur áður hildið til í Norðragøtu, men er í summar fluttur til Klaksvíkar og inn í bygningin á Klaksvíksvegi 57, har Húsið áður hevði bústað.

Nógv fólk vóru samankomin til móttøku, har Heidi Tvørfoss, leiðari á Gloym meg ei, bjóðaði vælkomin og leiddi skránna. Røðarar vóru Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Tummas Lervig, býráðslimur. Umframt røður var eisini leskiligt ábit, og harumframt undirhelt Danny Baldursson við vælkendum tónum.

Gloym meg ei vendir sær til heimabúgvandi fólk í Norðoyggjum og Eysturoy, ið hava sálarligar og sosialar avbjóðingar. Fyritreytin fyri at taka lut í virkseminum er, at fólk eru sjálvbjargin, og har er opið frá kl. 9 á morgni mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag.

 

Petur Zachariassen frá FM1 var til móttøkuna og sendi beinleiðis frá henni og gjørdi okkurt prát við fólk har norðuri. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra sendingina, sum var á FM1 í gjár.