Stórt barnatiltak í KÍ-høllini fríggjakvøldið kl 18.30.
Aftur í ár, verður skipa fyri stórum barnatiltaki á Norðoyastevnu. Seinasta ár, vóru 3 sýningar í gomlu fimleikarhøllini á Ziskatrøð skúlanum, men í ár er tiltakið flutt niðan í KÍ-høllina.
Av tí at undirtøkan var framúr góð í fjør, hava fyrireikararnir valt at hava tiltakið í KÍ-høllini, í ár.
Á skárnni verur búktaling og gykl frá Glotta & Gleimi, umframt at Hans Michael og Finn fara at syngja og skemta við børnunum.
Kostnaður fyri tiltakið er 80 kr, og kunnu atongumerkini keypast við dyrnar.