Gloprarregn í New Orleans

Tropiski stormurin Lee kom inn á amerikonsku suðurstrondina í dag, og tíðindastovurnar skriva, at tað regnar av grimd í New Orleans og aðrastaðni har á leiðini. Fólk fram við strondini minnast ódnina Katrinu, sum gjørdi stóran skaða í 2005, so tey hava fyrireikað seg hesaferð.

Hesaferð er talan um ein tropiskan storm, so vindferðin er ikki meiri enn einar 20 metrar um sekundið. Men Lee ferðast ógvuliga seint inn yvir land, og tí vænta veðurfrøðingarnar, at tað fer at regna einar 500 millimetrar, áðrenn Lee sleppir statinum Lousiana.

Tað nógva regnið fer at elva til varnflóð nógvastaðni, men myndugleikarnir vóna, at byrgingarnar fara at halda. Í 2005 skrædnaðu summar av byrgingunum, men tá var trýstið munandi størri enn hesaferð.