Globalt virksemi og nýggjar avbjóðingar

Skála Skipasmiðja hevur júst latið Thor í Hósvík hin fyrra nýbygningin av tveimum. – Nógva virksemi í seismikk-og oljuvinnuni ger, at okkurt eisini dettur á okkum, samstundis sum vit við slíkum sáttmálum gerast eitt sindur meira fjølbroyttir í okkara virksemi, sigur nýggi skipasmiðjustjórin

Handverksvinna

 

Eyðfinn Egholm, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, sigur, at høvuðsuppgávan hjá teimum framhaldandi verður viðlíkahald og umvælingar av okkara fiski-og farmaskipaflota, eins og av teimum skipum, sum koma higar til lands. Aftrat hesum hevur skipasmiðjan eisini longt nøkur skip og bátar.

- Hetta er okkara høvuðsvinna, og hetta er tann støðugi marknaðurin, vit hava. Aftrat hesum kemur so skipasmíð, sum er ein meira skiftandi marknaður. Vit kunnu siga, at skipasmíð fylgir meira konjukturunum kring um okkum enn tann parturin, sum fevnir um viðlíkahald og umvælingar.

 

Globalt virksemi

Stjórin á skipasmiðjuni vísir á, at globali eftirspurningurin eftir olju er nógv veksandi við tað, at londini í fjareystri, serliga Kina og India, eru í menning, samstundis sum eftirspurningurin í Evropa og USA eftir orku framvegis er líka stórur.

- Tá ið globali eftirspurningurin eftir olju er so stórur, er eisini stórur eftirspurningur eftir útgerð til hesa vinnu og veitingar, eitt nú skipum til leitingar, ymiskar veitingar og flutning. Nógv virksemi er á oljuleiðum og leiðum, sum eru lagdar út til oljuleiting, og stórt virksemi er við útbyggingum av oljuverkum.

Eyðfinn Egholm sigur, at hesi viðurskifti eru ein orsøkin til, at Skála Skipasmiðja hevur havt tveir byggisáttmálar um veitingarskip til seismikkvinnuna, harav hin fyrri nýbygningurin nú er latin felagnum Thor í Hósvík.

- Stóri eftirspurningurin í hesi vinnu ger, at okkurt eisini dettur á okkum, samstundis sum vit við slíkum sáttmálum gerast eitt sindur meira fjølbroyttir í okkara virksemi. Alt fleiri og fleiri vilja byggja, tí globali aktiviteturin á hesum øki er so stórur.

 

Veitingarvinna

Skipini, sum Skála Skipasmiðja smíðar til Thor, skulu nýtast í veitingarvinnuni.

- Tey stóru seismikkskipini, sum gera sínar skjótingar og sigla í beinum linjum úti á leiðunum, hava brúk fyri ymiskum veitingum og hjálp í sínum arbeiði. Ansast skal eftir, at onnur skip ikki eru á kósini, skipini skulu hava ymiskar veitingar, og tey skulu skifta manning, tá ið tann tíðin kemur.

Eyðfinn sigur, at tað eisini er umráðandi hjá seismikkskipunum at fremja sínar uppgávur á kappingarføran hátt, og tí hava tey veitingarskip, sum hesi, ið vit nú hava smíðað fyri Thor.

- Á henda hátt kunnu stóru seismikkskipini brúka alla sína tíð til seismikkin, leggur hann aftrat.

 

Betri umstøður

Skipasmiðjustjórin sigur, at umstøðurnar hjá Skála Skipasmiðju verða munandi betraðar við nýggju bedingini, sum nú verður bygd á Skála.

- Øll tann gamla bedingin verður skift út og bygd av nýggjum. Nýggjur vognur er komin, og tað eru J&K Petersen, sum hava høvuðsarbeiði, bæði á sjógvi og landi, sum ætlandi verður liðugt um mánaðarskiftið august/ september.

Gamla bedingin var í ringum standi, og hetta gjørdi arbeiði á skipasmiðjuni trupult og óhøgligt.

- Okkara virksemi á Skála verður nú munandi meira fleksibult, og vit fara at kunna taka størri skip upp.

Eyðfinn sigur, at dokkin er góð til sínar uppgávur, men tað er ikki serliga lønandi at taka smá skip upp í dokkina. Tað kostar at tøma hana og fylla hana aftur, bæði í tíð og peningi. Nú fara vit í størri mun at kunna taka skip upp á bedingina, sum annars noyddust í dokkina – alt eftir, hvør tørvurin er.

- Tá ið vit hava havt smærri skip í dokkini, og onnur skip koma, sum helst eisini skuldu í dokkina, hevur verið neyðugt at fylt sjógv í dokkina aftur, og síðan tømt hana aftur. Tá ið nýggja bedingin er liðug, verður alt hetta nógv lættari og arbeiðsligari, leggur hann aftrat.

 

Neyvari samstarv

Skipasmiðjustjórin sigur, at eitt av hansara málum, nú hann er vorðin stjóri, er eitt neyvari og tættari samstarv við føroyska skipaflotan.

- Mítt mál er, at samskiftið við skipaeigarar og útgerðarmenn verður uppaftur tættari og betri, so vit saman kunnu leggja virksemið til rættis. Hetta kemur eisini at gera okkum uppaftur betri førar fyri at veita eina góða og dygga tænastu.

Hann heldur, at eitt tættari samband og samstarv millum skipasmiðju og viðskiftafólk við neyvari tilrættalegging um eitt nú viðlíkahald og annað virksemi verður til fyrimunar fyri báðar partar.

Tað hevur eisini týdning, at bíleggingar av ymiskari útgerð fara fram í góðari tíð og í neyvum samstarvi millum partarnar.

- Ein orsøkin til, at Thor Alpha var seinkaður, var, at skipasmiðjan noyddist at bíða so leingi eftir skúvu-skipanini. Eisini í slíkum føri kann tað hava týdning, at partarnir eru tíðliga á sjóvarfallinum, og longu nú hevur Thor keypt skúvu til ein nýbygning aftrat.

Eyðfinn Egholm vísir á, at aftur her er tað globali eftirspurningurin sum ger, at leveringstíðin er so long.

- Um Thor fer at lata eitt skip aftrat smíða hjá okkum – ella aðrastaðni, og um tað verður nú ella um eitt hálvt ár, kann kortini vera skilagott at hava útvegað sær skrúvu-skipan í góðari tíð.

 

Síggja møguleikar

Vit spurdu eisini nýggja skipasmiðjustjóran, um tað ikki kennist sum eitt ”tómrúm”, nú Mohr-familjan hevur slept endanum á Tórshavnar Skipasmiðju.

- Eingin ivi er um, at Mohr-ættin hevur verið dugnalig og hevur dugað væl at fingið alt virksemi at borið til. Teir hava dugað væl at havt fingurin á pulsinum og tillaga seg skiftandi umstøður, um vit so kunnu siga.

Eyðfinn Egholm fer tó við góðum treysti og dugnaligum fólki undir at føra hetta virksemið víðari.

- Vit eru í eini broytingartíð, og tá ið nøkur ting halda uppat, verður eisini skapt grundarlag fyri nýggjum møguleikum. Vit fara sjálvandi at byggja á tað, sum er skapt og fara at arbeiða við teimum møguleikum, sum liggja fyri framman heldur enn at stara okkum blind í tómrúminum, sum er eftir teir, ið við hepnari hond hava staðið á odda fyri hesum virksemi, sigur skipasmiðjustjórin.