Kaj Leo Johannesen, Sambandsflokkurin
At allir føroyingar innan 2015 hava atgongd til breiðbandssamband er ein eins stór sjálvfylgja í dag sum útbyggingin av veganetinum var í fimti-árunum.
Tað eru mangir føroyingar sum eru ikki sørt ørkymlaðir av øllum hesum nýggja, sum floymir inn yvir land okkara, bæði tá talan er um nýggja tøkni og um broytingar í okkara nærumhvørvi. Orð sum breiðbandi og elektroniskar peningaflytingar eru vorðin ein partur av føroyska gerandisdegnum.
Ein av stóru broytingunum og avbjóðingunum í føroyska samfelagnum, er samhandilin við Evropa. Tað er upp til okkum sjálvi at taka støðu til, hvussu vit velja at síggja hesar avbjóðingar. Um vit vilja skapa framhaldandi búskaparvøkstur og vælferð, so metir Sambandsflokkurin at vit skulu síggja hetta rákið sum eina spennandi avbjóðing, sum, um vit brúka hana rætt, verður grundarsteinurin undir einum framtíðar vælferðarsamfelagi.
Vilja vit ikki góðtaka hesar broytingar, men heldur velja framhaldandi at síggja tær sum hóttanir, so koma vit at standa eftir sum eitt fjarskotið tilafturskomið land í Evropa.
Vit mugu ongantíð ov skjótt brynja okkum til ta nýggju globalu kappingina í vinnulívinum. Siga vit nei til tað, so mugu vit eisini kunna vísa á, hvørjar aðrar møguleikar vit hava.
Sambandsflokkurin metir at tann besti vegurin til framburð er at stimbra alla frælsa kapping í vinnulívinum, og at sleppa okkum av við øll monopol sum tíanverri hótta kostnaðarstøði í øllum heimsins samfeløgum í dag. Harumframt skulu vit sum skjótast gerast ein samanrunnin partur av Evropa.
Sambandsflokkurin er tann flokkurin sum hevur gjørt mest við at upplýst um hvat ES er fyri nakað. Tað hevur mangan verið ført fram, at um Ísland og Noreg gerast limir í ES, so verður støðan hjá okkum munandi broytt. Nú hendi tað so, at Framsóknarflokkurin í Ìslandi setti treytirnar fyri ES limaskapi á dagsskránna, og í Noregi verður eisini fylgt væl við støðuni hjá Íslendingum. So er spurningurin hvar vit eru og hvat vit ætla. Sambandsflokkurin vil enn einaferð koma við eini áheitan um at fáa ES kjakið aftur á dagsskránna.