Global Battle of The Bands

Hóskvøldið fer tónleikakappingin GBOB av bakkastokki, og talan verður væntandi um eina rættiliga javna og spennandi kapping. Tí millum bólkarnar eru ongir eyðsæddir favorittar at vinna.

Tónleikakapping


<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p> </o:p>


Endiliga er GBOB yvir okkum. GBOB er skipað í tveimum innleiðandi umførum, og síðan er ein tjóðarfinala. Vinnarin av tjóðarfinaluni sleppur beinleiðis í altjóða finaluna, har ein bólkur vinnur 100.000 dollarar og sleppur á eina heimstourne. Millum luttakararnir finna vit kendar og ókendar bólkar.


Vit leggja fyri hóskvøldið og fríggjakvøldið, við at finna 12 bólkar, sum skulu kappast í okkara tjóðarfinalu sum verður longu leygardagin. Hvør bólkur fær 8 minuttir á pallinum til at sannføra dómarar og áskoðarar um, at bólkurin er eitt virðiligt umboð fyri land okkara. 


<o:p> </o:p>


Nýtt, gott & gamalt


Vit kunnu staðfesta at vit fara at uppliva eina rættiliga javna og spennandi kapping. Hetta grundi eg á, at millum bólkarnar eru ongir eyðsæddir favorittar at finna. Tá tað er sagt, eru millum bólkarnar nógvir etableraðir bólkar, og eisini onkrir ókendir bólkar, sum alíkavæl hava sterka manning.


Millum teir etableraðu bólkarnar eru: Deja vu, Sic, Lama Sea, Eager To Please, Týr, Holger og villmenn, og The Dreams. Hetta eru bólkar, sum vit hava sæð og hoyrt áður, og onkur er meiri enn aðrir upplagdur favorittur at vinna seg í finalina í London. Hetta eru alt tungvektarar í føroyskum tónleiki. Serliga mugu vit bíta merki í, at Deja vu og Týr leingi og miðvíst hava arbeitt við dynamikki og samanspæli, og tískil mugu teir roknast sum greiðir favorittar at vinna seg í tjóðarfinaluna.


Men ikki nokk við tí. Millum teir ókendu bólkarnar finna vit m.a. bólkin Anytime. Tað merkisverda við hesum bólki er frontmaðurin. Hann er ongin minni enn okkara superstjørna Brandur Enni. Eisini eru aðrar royndar kreftir í bólkinum. Tað verður sera spennandi at síggja, hvat ið Brandur og Co. fara at borðreiða við.


Ein annar bólkur sum hevur eina sera sterka manning, er hin ikki heilt ókendi bólkurin Marius. Høvuðsmaðurin er Hans Marius Ziska, sum vit minnast aftur úr legendariska bólkinum Flux. Nú stendur Hans Marius á egnum beinum, og afturat sær hevur hann nakrar av okkara frægastu tónleikarum. Hans Marius er ein frálíkur lagskrivari, og hann syngur trygt og við innliving. Bólkurin Marius skal eisini roknast sum eitt gott boð uppá ein endaligan finalist.


Men tann allarmest áhugaverdi bólkurin má vera Moja. Vit hava ongantíð áður hoyrt um Moja, men manningin er ikki hvør sum helst. Hesin bólkur hevur eina creme de la creme manning sum m.a. telur tvífalda Prix Føroyar vinnarin Kim Hansen. Tað verður sera, sera, sera spennandi at hoyra hvat Kim, James og  hini fara at bjóða okkum, men vit kunnu longu nú gita, at tónleikur teirra fer at svinga.


<o:p> </o:p>


Royndir gera seg helst galdandi:


Eitt sum er rættiliga merkisvert við GBOB kappingini er, at bólkarnir ikki fáa eina ljóðroynd. Ljóðroyndin er ein hin týdningarmesti parturin av eini konsert, tí tá verður alt ljóðið innstillað á pallinum og úti í salinum. Hevur tú havt eina góða ljóðroynd, so kennir tú teg tryggari á pallinum, tí at so veist tú, at tú hoyrir tað sum tú skalt hoyra, og at fólkið hoyrir tað, sum tey skulu hoyra. Men í GBOB kappingini hava bólkarnir bara 3 minuttir til at koma á pallin og at gera seg til reiðar at spæla. Hetta er sera stutt tíð, og tískil mugu allir bólkarnir sláa kalt vatn í blóðið, tá ið farast skal á pallin. 


Hetta eru sera trupul kor hjá einum bólki, sum ikki hevur staðið á palli áður, og sostatt kunnu vit longu nú vísa á, at tað verður torført hjá teimum óroyndu tónleikarum at spæla seg í finaluna. Sjálvt um tú hevur heimsins feitasta tónleik, so er tað framførslan sum avger, um bólkurin er nóg góður. Og um tú ikki kennir teg væl og tryggan á pallinum, so er tað ótrúliga torført at upptraðkað væl.


Sostatt er tað eyðsæð at teir royndu tónleikararnir hava ein stóran fyrimun.


Í skrivandi løtu (mikumorgun) er endaliga talið á luttakandi bólkunum ikki váttað, men útfrá fyribils skránni tori eg at gita meg til, at hesir bólkar verða at síggja millum teir 12 í tjóðarfinaluni leygarkvøldið: Deja Vu, Týr, Moia, Marius, Sic, Anytime, Lama Sea, The Dreams. Livst so spyrst.  


Lesið meir á www.gmusic.fo


<o:p> </o:p>


Soleiðis spæla bólkarnir:


Hósdag

DIRECT LEVEL
FROSTBIT
LAMA SEA
LÍV HANSEN
NON|SENSE
ORION
PURPUR
SYNARCHY
T.M.E (THE MOUNT EAST)
THE DREAMS
MOJA

Fríggjadag
DEJA VU
EAGER TO PLEASE
ANYTIME
HOLGAR & VILLMENN
MARIUS
SIC
THE STORY ENDS
TÝR
UNATTACHED