##med2##
NSÍ er einasta liðið sum hevur koppað HB í hesum kappingarárinum í Betrideildini. Men seinnapartin í dag fekk HB hevnd fyri 0-2 tapið við Løkin í Runavík fyrr í ár við at vinna júst 2-0 á NSÍ á heimavølli á Tórsvølli.
Stóri spælarin hjá HB var Dan í Soylu sum umframt at skora bæði málini hjá HB eisini vann HB eitt brotsspark, ið nýggi danski áleyparin, Mikkel Dahl brendi.
Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Glenn Ståhl heldur, at hansara menn tordu ov illa at bjóða HB av í dag: - Vit megnaðu ikki at hótta HB nóg nógv í dag, staðfestir Glenn Ståhl.
Glenn Ståhl staðfestir eisini, at HB vann ein uppibornan sigur á NSÍ á Tórsvølli í dag.
HB - NSÍ 2-0 (1-0)
1-0: Dan í Soylu 38.
2-0: Dan í Soylu 65.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Glenn Ståhl beint aftaná dystin millum HB og NSÍ.
HER ber til at hoyra hæddarpunktini frá dystinum, ið Tróndur Arge segði frá á FM1. Teitur Joensen var viðmerkjari. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við tvímálsskjúttan hjá HB, Dan í Soylu.