Hendan mánaðin sýnir Hans Andreas Hansen glaslist í Riberhus í Fuglafirði Í dag letur Hans Andreas Hansen eina framsýning við glaslist upp í Riberhus í Fuglafirði.
Hans Andreas Hansen, sum er leirvíkingur, men sum býr í Esbjerg, hevur arbeitt við glaslist í fleiri ár. Hann hevur eisini havt fleiri framsýningar bæði í Føroyum og í Danmark.
Framsýningin í Riberhus í Fuglafirði er opin hendan mánaðin.










