Glansurin farin av løgmanni

Kaj Leo Holm Johannesen kann ikki longur førast fram sum tann savnandi megin, halda samfelagsfrøðingar

 

- Seinastu tíðina hevur tað gingið illa hjá Kaj Leo Holm Johannesen at ført seg fram sum tann savnandi kraftin og tá fer glansurin av honum

 

Tað heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.

 

Saman við einum øðrum samfelagsfrøðini, Búgva Poulsen, var hann gestur í sending hjá Óla Breckmann á Rás2, har kikarin varð settur á seinastu veljarakanningina, Lóður gjørdi fyri Kringvarpið.

 

Eftir kanningini  var Sambandsflokkurin tann stóri taparin við tað, at flokkurin misti 3,8 prosent av atkvøðunum og fer frá 24,7 prosentum, niður á 20,9 prosent, og missur ein tinglim.

 

Men samfelagsfrøðingarnir halda ikki, at tað er so løgið.

 

Jógvan Mørkøre heldur, at tað er heilt týðiliga, at flokkurin missur meiri enn Fólkaflokurin á tí sosial-konservativa økinum.

 

Men hann heldur eisini, at tá ið CHE samgongan varð skipað, rýmdu rættiliga nógvir veljarar av tí meiri sambandssinnaða slagnum, frá Javnaðarflokkinum, yvir í Sambandsflokkin, so har fekk hann nógvar atkvøður til gávus.

 

Hann heldur, at hesar atkvøðurnar hevur Javnaðarflokkurin stríðst fyri at fáa aftur.

 

Eitt nú hevur formaður floksins, Aksel V. Johannsen, gjørt greitt, at Javnaðaflokkurin er ein samríkisflokkur og hann hevur eisini staðfest, at Javnaðarflokkurin fer at vera ómetaliga varin við yvirtøkum.

 

- Tað signalið er ógvuliga týðiligt og tí fer Javnaðarflokkurin neyvan at leypa glaðbeintur í eina samgongu við Tjóðveldi og Framsókn.

 

Búgvi Poulsen staðfestir, at Kaj  Leo Holm Johannesen hevur tikið nógvar av stoytinum, hendan samgongan hevur fingið ímeðan Fólkaflokkurin hevur ligið fjálgur í lívd av honum.

 

- Fólkaflokkurin hevur fingið sín politikk og Løgmaður hevur verið andlitið út eftir og hevur tikið aldurnar á seg, tá ið politikkurin skal verjast.

 

Jógvan Mørkøre heldur, at tá ið løgmaður hevur staðið so sterkur, er tað kanska líka nógv tí, at veljarin hevur valt onnur frá, heldur enn at velja løgmann til.

 

Kaj Leo holm Johannesen hevur verið tann vandaleysi, men aðrir politikarar hava greitt boðað frá tiltøkum, teir ætla at seta í verk, sleppa teir framat.

 

- Tað hevur stygt veljarar í føvninin á løgmanni, heldur Jógvan Mørkøre.

 

Men hann heldur, at Løgmaður fær størri trupulleikar nú.

 

- Tað sær út til sum um hann hevur torført at hava skil á egnum flokki og tað er altíð vánaligt signal, tá ið floksfelagir hjá løgmanni ikki stuðla honum.

 

- Í seinastuni hevur tað gingið ómetaliga illa hjá løgmanni at vera tann savnandi megin í samgonguni og tá fer glansurin av honum.

 

Búgvi Poulsen heldur, at nógvir veljarar hyggja ikki at stóru myndini, men eftir brotmyndum.

 

- Nógvir veljarar hyggja líka nógv eftir, hvussu politikarar siga tað, teir hava at siga og ikki akkurát, hvat teir siga.

 

Men tann myndin er fánað nakað nú, serliga nú hann hevur verið undir stórum trýsti.

 

- Tað hevur verið ruðuleiki rundan um hann og sjálvur hevur hann verið ímyndin av hesum ruðuleikanum og sostatt kann hann ikki longur førast fram sum tann savnandi megin, heldur Jógvan Mørkøre.

 

Hinvegin vísir Búgvi Poulsen á, at tað er væl hugsandi, at veljarar brúka veljarakanningina  til at vísa sína ónøgd, men tá ið teir standa í atkvøðuboksini, atkvøða teir fyri flokkinum kortini.