? Okkara uppskot hevði eina grundgeving, ja fleiri grundgevingar, men fyri tað fyrsta varð tað lagt fram fyri at støðga, at ein ørgrynna av málum verða skrumblað ígjøgnum.
? Og so lá eisini í uppskotinum, at tey mest týðandi málini høvdu verið samtykt, áðrenn eitt val eftir okkara uppskoti, sum hevði verið miðskeiðis í mai.
? Men avgerðin hjá løgmanni nú at koyra Føroyar út í eitt val grundað á intern viðurskifti millum seg og valfelag sítt, tað er eingin grundgeving og vit kundu kanska sagt ikki hóskiligt fyri ein løgmann, sigur Tordur Niclasen, formaður Miðfloksins.
Semjast ella bíða
Og viðvíkjandi spurninginum, um tað fer at fáa nakrar avleiðingar fyri pengasamráðingarnar við donsku stjórnina, sigur Tordur Niclasen, at brúka danir hesa støðu til at spenna bein fyri eini loysn, so má talan blíva um eitt sakarmál.
? Eg haldi ikki, vit hava fyri neyðini at fara í óðum verkum niður til Danmarkar at fáa málið avgreitt. Full semja má vera fyri einum samráðingaruppleggi, og kunnu vit ikki finna eina semju, ja so eigur málið at bíða til eftir eitt val. Tað er eingin ólukka at bíða, sigur Tordur Niclasen í stuttari viðmerking nú eftir at løgmaður hevur skrivað út val.