Klokkan 19.30 í kvøld spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti fyrsta dystin í Golden League kappingini í Tróndheimi í Noregi, har mótstøðuliðini vera Niðurlond, Noreg og Danmark. Av sonnum ein stórur heiður hjá okkara at vera bodnir við til eina so prestisjutunga kapping.
KVF vísir dystin.
Mótstøðuliðið í kvøld vera Niðurlond, ið vóru í okkara EM-undankappingarbólki. Tað endaði við javnleiki 32-32 við Tjarnir, og niðri í Amsterdam vunnu okkara ein minniligan 32-31 sigur.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin í kvøld eru næstan jøvn. Tó hella tær eitt pinkalítið vet til ein føroyskan sigur, ið er áhugavert.
Miðaloddsini upp á niðurlendskan sigur eru 2,10.
Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 2,01.
HER eru oddsini:
##med2##












