Fjórða árið á rað eru Føroyar við í europeiska gjaldsindekdinum hjá Intrum, men meðan vit lógu á einum rímiligum indeksi á 140 tvey tey fyrstu árini, gjørdi Føroyar eitt lop í fjør upp á 146.
Í ár eru Føroyar eisini kvinkaðar eitt vet skeiva vegin, upp á 147.
Gjaldsindeksið umfatar 26 lond í Europa, og tað tykist, sum mentanin í heitaru londunum gongur meiri tann vegin, at fólk taka rímiliga lætt upp á gjaldan av rokningum.
Vánaligastu gjaldararnir eru at finna í londum sum Portugal, Spania, Italia, Grikkalandi og Kypros. Frægast stendur til í Norðurlondum, har Finnland skarar framúr.
Felags fyri so at siga øll lond er tó, at indeksið er farið skeiva vegin seinasta árið. Bert nøkur fá lond hava megnað at halda stand, men tey allarflestu eru farin longur upp eftir stiganum.
Eitt annað, sum sermerkir gjaldsindeksið fyri 2010 er, at fyritøkurnar staðfesta størri tap enn árini frammanundan. Meðan Finnland og Svøríki hildu seg á tapum undir 2% í 2009, eru staðfestu tapini í 2010 frá 2% og til omanfyri 3% av útistandandi.
Í triðbesta bólki
Finnland er tað landið í Europa, har gjaldsvágin er lægstur, og Finnland er samstundis einasta landið, sum framvegis er í besta bólkinum. Svøríki var, men teir eru dotnir niður í næstbesta bólkin eftir at svenskar fyritøkur í áar hava staðfest størri tap enn árini framman undan.
Í næstbesta bólkinum finna vit tískil nú Svøríki, sum saman við Noregi, Danmark og Íslandi liggja væl fyri sum ábyrgdarfullar tjóðir, tá tað ræður um at rinda sínar rokningar.
Í triðbesta bólkinum finna vit so Føroyar, sum við sínum gjaldsindeksi á 147 liggja ájavnt við Sveits og Írland.
Tað eru serliga tríggir faktorar, ið ávirka gjaldsindeksið í einum landi, og tað er búskaparliga støðan, lógarverkið og mentanin. Og serliga hetta seinasta ger seg galdandi í heitaru londunum, tí mest sum øll lond merkja til fíggjarligu kreppuna so ella so.
Í Føroyum heldur gjaldsindeksið stand, tó at tað kvinkaði eitt vet skeiva vegin frá 2009 til 2010.