Eirikur Lindenskov
Fyri at hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta, skjýtur Vilhelm Johannsen vegna Javnaðarflokkin upp, at inngjaldið, sum nú er 0,5% verður hækkað til 0,75% soleiðis, at báðir partar á arbeiðsmarknaðinum skulu gjalda 0,75% hvør.
Arbeiðsmarknaðargrunnurin, sum vanliga verður nevndur Samhaldsfasti, fór at gjalda út 1. apríl í fjør. Mánaðarliga útgjaldið var 500 krónur, men frá 1. januar í ár er gjaldið hækkað til 525 krónur um mánaðin.
? Um inngjaldið verður óbroytt, kunnu vit rokna við, at tað verður 551 krónur um mánaðin í 1999. Um hetta uppskotið hjá Javnaðarflokkinum verður samtykt, verður mánaðarliga útgjaldið 810 krónur til hvønn móttakara í 1999 og 852 krónur í ár 2000, sigur Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum eisini er formaður í trivnaðarnevnd Løgtingsins.
? Vit vilja vísa á, at tað upprunaliga høga inngjaldið í grunnin upp á 3%, varð ásett út frá teimum góðu tíðinum í áttatiárunum, meðan tað lága inngjaldið upp á 0.5% frá hvrøjum parti varð ásett eftir, at tann herviliga og lemjandi búskaparkreppan var farin at hótta samfelagið, sigur Vilhelm Johannesen, tingmaður Javnaðarfloksins.
Hann sigur, at flokkurin heldur, at nú tíðirnar eru við at gerast meira vanligar aftur, er tað bæði ráðiligt, rætt og rímiligt, at inngjaldið verður hækkað, soleiðis at endmálið við hesum, sum er ein hægri arbeiðsmarknaðareftirløn, lutvíst og stigvíst kann verða rokkið.
? Seta vit okkum fyri, at inngjaldið árliga hækkar við 0,25%, til tað endaliga er komið upp á 2% frá hvørjum parti á arbeiðsmarknaðinum, røkka vit málinum ár 2004. uttan at hava gjørt nakrar neyvar útrokningar, kunnu vit krokna við, at útgjaldið úr grunninum tá kemur at svara til grundupphæddina í fólkapensiðonini. T. v. s. at mánaðrliga útgjaldið úr grunninum ár 2005 fer at liggja í millum 3 og 4.000 krónur um mánaðin, sigur Vilhelm Johannesen.










