Gjaldið hækkar í hvussu so er ikki enn

Ósemja hevur verið í samgonguni og tað gongur ikki sum ætlað hjá landsstýrismanninum

Tað verður ikki enn, at gjaldið til Kringvarpið, hækkar. Tað ásannar Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Í eina tíð hevur hann arbeitt við einum uppskoti fyri at útvega Kringvarpinum fleiri inntøkur.  Ein partur av hesum verður at gjaldið til Kringvarpið skal prístalsviðgerast. Tað merkir, at gjaldið til kringvarpið fer at hækka tvey prosent um árið, og tað fer at henda púra automatiskt.

 

Men Jenis av Rana ásannar, at tað er stór mótstøða ímóti hesum í samgonguni og tí verður uppskotið ikki lagt fyri Løgtingið nú, sum ætlanin annars var.  Men hann sigur, at hann fer at arbeiða víðari við ætlanini, tí hann skilur ikki, at mótstøða er ímóti at prístalviðgera kringvarpsgjaldið. Hann sigur, at fyri vanlig fólk snýr tað seg um eina prístalshækking upp á tríggjar krónur um mánaðin og fyri pensjónistar snýr tað seg um eina hækking upp á 1,50 krónur um mánaðin.

 

Samstundis vísir hann á, at lønirnar hækka á hvørjum ári og tað er einki óvanligt í, at summi viðurskifti verða prístalsviðgjørd.