Jóanis Nielsen
www.joanisnielsen.fo
Nú løgtingið hevur játtað at gjalda kr. 2,7 mill. av rakstratútreiðslunum av Vágatunnlinum, eigur gjaldið at fara munandi niður. Seinast ein regulering varð gjørd, vóru tað teir stóru bilarnir, sum sluppu við at gjalda 30% minni, tí haldi eg, at nú eiga teir minnu bilarnir at fáa áðgóðan, mín metan er, at ein lækking uppá 20% fyri teir minnu bilarnar, saktans hevði kunnað verið gjøgnumførd, nú landskassin yvirtekur part av rakstrarútreiðslunum. Tey, ið hava mánaðarkort og t.d. gjalda kr. 1.000,-, høvdu tá sloppið við kr. 800,- um mánaðan, gjaldið fyri ein vanligan persónbil, uttan avsláttur, hevði tá komi at verið kr. 135,- fyri ein túr aftur og fram. Ein lækking uppá 20% hevði ført við sær, at ferðslan hevði komið at verðið munandi størri, og harvið eisini meira inntøkur. Spennandi verður, hvat niðurstøðan hjá nevndini verður.










