Gjalda fyri Lýsingartorgið

Í næstu viku fer Sosialurin at broyta Lýs­ing­ar­torg­ið, sum hev­­ur ver­ið í blað­num í næst­an 20 ár. Ein av broyt­ing­u­num verð­ur, at nú skal gjald­ast fyri lýs­ing­ar­nar, og at tær skulu send­ast blað­num um­vegis int­er­n­et­ið.

Hig­artil hevur tað verið ó­keyp­is at seta lýs­ing­ar í, sum ikki eru hand­ils­lig­ar, ella har virð­ið á selda lut­i­num hev­u­r ver­ið und­ir eitt vist.
Hetta verður nú alt broytt, so treyt­ir­nar verða einfaldari. Fólk skulu nú sjálvi skrivað lýs­ing­ar­nar inn gjøgnum int­er­net­ið, og gjaldast skal eis­ini við gjalds­korti um­veg­is int­er­net­ið.
Kostn­að­ur­in fyri all­ar lýs­ing­ar­nar verð­ur fram­yvir 50 krón­ur hvørja ferð.