Ógjørligt at stýra spælarunum

Andreas F. Hansen helt eftir dystin, at talan kanska ikki hevði verið um tann vakrasta hond­bólts­dystin, men at hann hevði sæð sínar spælar­ar strítt seg fram til meist­ara­heitið.
– Tað var sera trupult at sita á beinkinum, tí tað er so avmarkað, hvat tú fært gjørt, tá dysturin er farin ígongd.
– Vit royndu tað, sum vit kundu, men tað var sera trupult at fáa gongd á spælið hjá okkum. At rópa nyttaði als einki, tí spæl­ar­arnir hoyrdu einki kortini. Vit royndu tí at geva ymsar instruksir við, tá spælarar vórðu út­skiftar, men tað eydnaðist ongan tíð at flyta verj­una, so pláss varð fyri álops­spælinum. Men vit stríð­ast væl alla tíðina, og at enda var tað nóg mikið, segði Andreas F. Hansen eftir dystin.