Hósvík:Tað fer næstan ikki dagur um summarið, uttan onkur bátur stendur uppi á lítlu sleipistøðini í Hósvík. Talan er um alt frá opnum bátum til dekksfør upp til eini 15 tons.
Brøðurnir Friðjón og Eyðun Jacobsen í Hósvík eiga 13 tons bátin Veðranes í felag. Teir plagdu at brúka eina lítla sleipistøð í landinum til ávísar umvælingar og tílíkt. Men tað vóru aðrir, sum brúktu somu støð, so viðhvørt var bíðitíð.
Tí tímdu hósvíksbrøðurnir ikki at bíða eftir. Báðir eru smiðir, so teir gjørdu sær bara sína egnu sleipistøð í Hósvík. Teir løgdu skinnarar og gjørdu sær ein vogn at taka Veðranes uppá.
Í dag verður hendan lítla støðin brúkt at kalla hvønn dag um summarið, greiðir Bjarni Jacobsen, sonur Friðjón, frá. Her koma bátar nógvastaðni frá. Bæði av Sandoynni og úr Suðuroy hava teir verið her. Og so sjálvandi nógvir úr Eysturoynni og Streymoynni.
Vanliga er tað so, at hósvíkingarnir taka bátin upp. Síðan ger eigarin sjálvur tað arbeiðið, sum gerast skal. Tað er fyri tað mesta reinsing, máling og slíkt viðlíkahald.
Men tað er tó komið fyri, at onkur motorur hevur verið skiftur. Og tá hava teir, sum eiga sleipistøðina eisini onkuntíð verið við í arbeiðinum. Serliga hava tað verið alibátar, sum hava verið á sleipistøðini í Hósvík. Støddin er so passalig, sigur Bjarni Jacobsen.
Vognurin er góðkendur til at taka eina vekt upp til 30 tons upp. Men so stór før er hann ov smalur til. So vanliga eru teir størstu bátarnir eini 15 BT.e;ru sær ein bita burturav rivinum og ótu tað rátt.
Tað hildu teir smakkaði andskræmiligt og teir søgdu, at tað var tað einasta av føroyskum mati, sum teimum ikki dámdi av tí, teir høvdu roynt,
Men tá ið teir so fingu at vita, at tað skuldi kókast áðrenn tað kundi eta, skiltu teir tað eitt sindur betri.
Annars hildu teir seg vita, at grønlendingar ótu rátt tvøst av nýveiddum kópi og teir hildu, at føroyingar gjørdu tað sama.
Men tað royndina máttu teir so gera sær uppá tann harða mátan.
Donald og Graham settu kósina heim aftur ímóti Skotlandi seinasta sunnudag, eitt stórt upplivilsi ríkar, hildu teir.