Gjørdu klárt at skjóta fugl – men so kom eldur í

Enn er óvist, hví eldur kom í ein bát í gjárkvøldið

Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var komin í ein bát í Kollafirði.

Talan er um ein av teimum størru bátunum, ein upp á 32 føtur. Løgreglan sigur, at teir gjørdu klárt til at fara at stima eftir fugli í morgun, og í tí sambandi høvdu teir drigið bátin úr neystinum, men hann stóð kortini á vogninum.

Tá ið teir settu motorin ígongd, gav hann nøkur undarlig ljóð frá sær og tá ið teir lótu upp at kanna málið, stóð eldurin úr motorinum.  Løgreglan sigur, at báturin er rættiliga illa farin av eldi og í dag fara tey at kanna hann fyri at vita um greiða fæst á, hví eldur kom í.