Um vikuskiftið var eitt heldur øðrvísi skeið hildið í Miðbergs Bakarí. Evnið vóru kransakøkur og sjokoláta, har 12 bakarar og kondittarar úr øllum landinum vóru við.
Til tess at undirvísa hesum ídnu bakarunum og kondittarunum var eydnastat fáa Peter Kofod frá Odense Marcipan og Carsten Lillerris frá Odense/Credin til skeiðið sum PM heilsøla skipaði fyri.r
Skeiðsluttakararnir gjørdu fleiri ymisk sløg av kransakøkum, stór og lítil horn, barnavognar, vøggur, kirkju, kannu, ymisk sløg av kransakøkustongum/stykkjum og sjokolátu .
Tey arbeiddu eisin við sjokolátu og temperering av henni, eins og tey gjørdu prýði, fylta sjokolátu og konfekt.
So ivaleyst verða tað fleiri sýnisgluggar runt um á bakarínum, sum verða pyntaðir við tí, sum gjørt er í vikuskiftinum.