Gjáarmaður heiðraður í Las Vegas

Ólavur Christiansen, búskaparfrøðingur, hevur fingið heiðursbræv á granskingarráðstevnu í USA

Ólavur Christiansen, búskaparfrøðingur, hevur fingið heiðursbræv á ráðstevnu um gransking, sum varð hildin í Las Vegas í USA.
Ikki fyri at hava uppfunnið nakra nýggja skipan at vinna pening úr fleiri spælimaskinum ella nakað sovorðið, uttan fyri greinina við langa heitinum » Oppurtunizing. As The Core Variable of an Orthodox Grounded Theory of the Business Company and its Management«.
Ólavur Christiansen hevur granskað í arbeiðsháttinum hjá fyritøkum. Serliga føroyskum, sigur Fróðskaparsetri í tíðindaskrivi. Sagt verður soleiðis í tíðindaskrivinum um arbeiðsháttin hjá Ólavi Christiansen:
»Ólavur hevur granskað ógvuliga rúgvismikið tilfar um serliga føroyskar fyritøkur. Við at nýta eitt empiriskt háttalag er Ólavur komin eftir, at kjarnuhugtakið í fyritøkunum er "opportunizing" (skapa "góð høvi" ið styðja upp undir kappingarførið) og ikki t.d. profitmaksimering, sum annars er vanligur hugsunarháttur millum granskarar.«
Ráðstevnan, har Ólavur Christiansen varð heiðraður, varð hildin í Las Vegas í døgunum 4. til 8. oktober í ár.
Ólavur Chritiansen hevur fingið stuðul frá oljufelangum BP-Amoco til granskingarætlan sína.