Gita og syng í kvøld

Í kvøld verður annað umfar av spurnarkappingini ?Gita og Syng við All That Rain? Annað umfar av nýggju spurnarkappingini, sum Rex skipar fyri, verður fríggjakvøldið. Tá fáa vitjandi aftur møguleikan at gita og syngja ein sang, ið All That Rain spælir. Vinnararnir fáa ymiskar vinningar umframt at koma í finaluna, har kappast verður um ein flogseðil frá Atlantic Airways. ´

Seinni um náttina verður vanligur dansur við All That Rain. So verður eisini kvøldið eftir, tá All That Rain aftur fara á pall at spæla til dans.