Seinnapartin í dag hevur Gist & Vist samtakið yvirtikið matstovuna Skeiva Pakkhús í Havn.
Talan er um matstovuna, sum Leif Sørensen, Bjarni Joensen og Leivur Dalsgaard stovnaðu og sum lat upp tíðliga í summar, og sum hevur havt til húsa í Skeiva Pakkhúsi hjá Valdemar Lützen í Havn.
Gist & Vist rekur Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn og Hotel Vágar. Felagið hevur eisini fleiri matstovur, eitt nú Koks og matstovurnar Heima í Havn. Felagið hevði eisini tey trý matarstøðini í SMS saman við SMS, men við ársskiftið seldi Gist & Vist sín part av hesum matstovum til SMS.