Ægir Føroyameistarar 2016

Í gjárkvøldið varð skipað fyri móttøku í býráðshøllini í Klaksvík fyri Ægir, sum gjørdust føroyameistarar 2016 – Har helt borgarstjórin, Jógvan Skorheim róðu fyri vinnarunum og Símun á Høvdanum, formaður í Ægir helt eisini eina røðu.

 

Aftaná varð boðið til ein lættan bita og gott prát

 

Niðanfyri verður røðan hjá borgarstjóranum, Jógvan Skorheim endurgivin:

 

”Gott kvøld øll somul!

 

Hetta bleiv ein fantastiskur dagur.

 

Í morgun klokkan knapt 05.00, byrjaði ein klaksvíkingur at renna frá Klaksvík til Havnar, tí hann hevði sett sær eitt mál. Vit kunnu staðfesta hann náddi sínum máli.

 

Veðrið hevur eisini spælt við. Sólin hevur skinið, hóast hon ikki hevur verið at sæð seinastu nógvu mánaðirnar. Onkur av okkum hevur helst hugsað, hvussu ber tað til, at sólin hevur skinið so bjart.

 

Nú vita vit hví...

 

Tað, sum tit í Ægir hava megnað í dag, er ómetaliga stórt. Tit hava lyft felagsskapin upp á hægstu tindar. Vit skulu aftur til 2011, tá vit seinast stóðu her og heiðraðu tykkum fyri eitt føroyameistaraheiti.

 

Eins og rennarin, hava tit íðkarar, ferð eftir ferð, startað dagin árla á morgni. Ikki fyri at taka tykkum av løttum, men fyri at venja hart og støðugt. Tit settu tykkum mál, og í dag kunnu vit staðfesta, at tit náddu tað. Hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum.

 

Skal ein vinna føroyameistaraheitið í svimjing, so krevur tað gott samanhald og nógvar góðar svimjarar, ið vilja ofra tíð og seg sjálvan, til at náa málinum.

 

Í alt hava tit í felag vunnið 17 gullheiðursmerkir hesaferð, og tað eru vit klaksvíkingar sera stoltir av.

 

Sólin skínur, tí tit eru komin við henni. Tykkara eldhugi og vilji til at vinna, byrtir ljós í sinninum á okkum, ið fylgja við. Tað er upplyftandi, spennandi og gevur okkum, sum standa á síðulinjuni, íblástur til at náa okkara málum – hvørji tey enn so munna vera.
Eg vil nýta høvið, at senda eina tiltrongda heilsan til tykkum mongu foreldur og familjur. Var tað ikki fyri tykkara stuðul heimanífrá, so høvdu úrslitini heldur ikki nátt tindunum. Stóra takk fyri tykkara eldhuga fyri felagsskapinum.

 

Fyri einum ári síðani setti nevndin fyri Ægir nýggjan venjara. Í dag kunnu vit staðfesta, at tað var ein røtt avgerð. Upp á stutta tíð hevur Ægir ment seg við risa fetum til fremsta svimjifelag í landinum. Eingin klárar at gera slíkt, uttan ein hevur góðar førleikar, vitan og viljan til at náa slíkum málum. Tað hevur Jamie Arro víst, at hann hevur.
Tí vil eg eisini takka tær fyri tað fyrimyndarliga góða arbeiðið, ið tú hevur staðið á odda fyri, Jamie Arro.

 

Og til seinast, mín góði vinur Símun á Høvdanum.

 

Fyrr vanst tú kappingar í hylinum, nú vinnur tú kappingar á síðulinjuni.

 

Fantastiska flott klárað, og eigur tú sum formaður og nevndin annars, stóra æru í flotta úrslitinum.

 

Enn einaferð hjartaliga til lukku øll somul.

 

Hóast Ægir vann 17 gull í dag, so fari eg at heiðra trimum, við einum blómutyssi. Tríggir svimjarar, ið serliga hava gjørt um seg.

 

Teir eru:

 

Ársins svimjara fyri menn: Alvi Hjelm

Ársisn stjørnuskot menn: Rókur Trygvason

Ársins stjørnuskokt kvinnur og fingið Gullnál: Signhild Joensen

Eisini vil eg handa venjarinum  blómutyssi fyri fantastiska úrslitið.

Og til seinast vil eg handa formanninum í Ægir, Símun á Høvdanum, eitt blómutyssi og gávu frá Klaksvíkar kommunu”.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri