Um eina viku skulu republikanararnir í amerikanska statinum Florida taka støðu til, hvønn tey vilja hava til forsetavalevni í heyst, og sambært einari nýggjari meiningakanning fer Newt Gingrich at vinna har.
Kanningin sigur, at 41 prosent ætla sær at atkvøða fyri Gingrich, 32 prosent ætla sær at styðja Mitt Romney, og Rick Sanatorum og Ron Paul fáa ávikavist 11 og 8 prosent. Her er ein stór broyting hend, tí fyri bara 14 døgum síðani var Romney 22 prosentstig framman fyri Gingrich í Florida.
Gingrich vann fyri nøkrum døgum síðani uppstillingarvalið í South Carolina, og tað hevur eftir øllum at døma fingið fleiri republikanarar at styðja hann.
Uppstillingarvalið í Florida verður tann 31. januar.










