Gilli takkar fyri seg í Brann Bergen

Aftaná hálvfimta ár í Bergens-felagnum fer Gilli Rólantsson nú nýggjar leiðir

Gilli Rólantsson takkar fyri seg aftaná hálvfimta ár í Brann Bergen.

Tað staðfesta norskir miðlar í dag. Tað ljóðar, at trý feløg hava bjóðað Gilla ein sáttmála, men tað gongur ikki fram hvørji tey trý feløgini eru.

Gilli náddi at spæla 111 dystir fyri besta liðið hjá Brann Bergen. 

Hetta kappingarárið bleiv tað tó bara til 13 dystir. Gilli fekk í summar staðfest korona, og tað var eitt afturstig í royndini at vinna pláss á liðnum aftur.

Á Instagram takkar Gilli fyri tíðina í Brann Bergen. Tað sæst her: 

##med2##