Nógv bendur á, at Gilli Rólantsson spælir sínar seinastu minuttir í Brann Bergen í løtuni. Føroyski landsliðsspælarin var millum teirra, sum ynskti at felagið skuldi finna eina aðra venjaraloysn í fjør, men so bleiv ikki.
- Eg var vísur í, at vit fóru at fáa nýggjan venjara í ár, tá meginparturin av hópinum stemmaði núverandi venjaran út í fjør, men so bleiv ikki. Venjarin fekk nýtt álit og tá visti eg beinavegin hvussu árið fór at verða, og eri tískil fyrireikaður uppá alt, sum hendir beint nú, sigur Gilli Rólantsson.
Í hesum kappingarárinu hevur Gilli Rólantsson sitið nógv uttanfyri, og hann hevur bara seks mánaðir eftir av sáttmálanum. Til tíðir kennir hann seg útifrystan í Brann, har hann hevur spælt yvir hundrað dystir til samans.
- At eg siti so nógv uttanfyri, er tí at eg havi seks mánaðar eftir av sáttmalanum, og eisini orsakað av tí, sum hendi í fjør sjálvandi. Eg eri eitt sindur frystur úti her í klubbanum, men tað er slíkt, sum kann henda í fótbóltsheiminum, sigur Gilli Rólantsson.
Hann er tí sannførdur um, at tíðin er komin til at royna nakað nýtt. Hann hevur spælt í Aab og nú Brann. Hann hevur verið settur í samband við AGF, men hugurin er at royna okkurt uttanfyri norðurlondini.
- Tíðin er nokk komin til at finna mær nýtt felag í nærmastu framtíð, men tú skal aldrin siga aldrin í fótbólti. Eg veit at tað eru lið úr Norra og Danmark, sum vísa áhuga fyri mær, men eg vil helst royna okkurt uttanfyri skandinavia. Viðvíkjandi AGF veit eg ikki meira enn tit vita, sigur Gilli Rólantsson.
Brann Bergen tapti mikudagin 1-0 á útivølli móti Odds Ballklubb. Gestirnir úr Brann brúktu allar fimm útskiftingarnar, men skiftu ikki føroyska landsliðsspælaran inn.
- Eg stríðist við ein lítlan skaða í lærkrikanum, sigur Gilli Rólantsson.
Brann er í løtuni á fimta plássi og tað eru 11 pláss upp til oddaliðið Bodø/Glimt.