Føroyski landliðsleikarin, Gilli Sørensen, sum spælir fyri donsku meistararnar úr AaB, slapp í dag uppí part, tá AaB á útivølli spældi móti Sønderjyske.
Gilli Sørensen kom á vøllin seinasta korterið, og fekk av álvara ein avgerandi leiklut í dystinum. Gilli legði nevniliga upp til seinasta málið til 3-0, sum Anders K. Jacobsen skoraði.
Málið kom eftir frálíkt uppspæl av Gilla Sørensen, sum áleyparin síðani skallaði í málið.
Hetta er fyrstu ferð hesumegin ársskifti, at Gilli Sørensen er við í týðandi dysti fyri besta liðið hjá AaB. Men við góða avrikinum í dag, vóna vit sjálvandi, at Gilli kemur at spæla ein uppaftur størri leiklut á liðnum hjá AaB, tað sum eftir er av kappingini.
Málini frá dystinum kunnu annars síggjast her.