Gilli fekk fulla spælitíð í fyrsta kappingardystinum fyri Vejle

Vejle tapti 0-1 fyri AGF í Århus

Gilli R. Sørensen spældi í dag sín fyrsta fulla kappingardyst fyri Vejle.

 

Vejle spældi útidyst í donsku superliguni móti AGF í Aarhus.

 

Heimaliðið vann dystin 1-0 við málið, ið var skotið miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

 

Vejle fekk Tobias Lauritsen vístan av vøllinum tá ein tími var leiktur av dystinum, og tað gjørdi fyritreytirnar enn torførari.

 

AGF var greitt omaná allan dystin, og hevði nógv teir flestu málmøguleikararnar í dystinum.

 

Men við føroyskum brillum kunnu vit fegnast um, at Gilli fekk álitið frá venjaranum longu í fyrsta dystinum í kappingarárinum. 

 

Komandi leygardag tekur Vejle móti FCK á heimavølli.