Hvussu ætlar landsstýrismaðurin í heilsumálum at tryggja, at fólk við gikt fáa?
nøktandi viðgerð, nú einasti giktlækni í landinum hevur sagt seg úr starvi á Landssjúkrahúsinum?
Tað vil Bjørt Samuelsen, tingkvinna, nú hava at vita frá Karsten Hansen, landsstýrismanni
Ósemja hevur leingi verið ímillum giktlæknan og myndugleikarnar og tingkvinann vil eisini hava at vita, hví tað ikki eydnaðist at finna semju við hann, so at hann helt fram í starvinum
Síðani giktlæknin varð settur í starv, styttist bíðitíðin hjá giktsjúklingum munandi og nú, hann er farin, er óttin stórur fyri at støðið á viðgerðini fer at lækka, um so er, at
vent verður aftur til eina skipan við skiftandi konsulentum, sum ikki kenna sjúklingin. Uppsøgnin er enn ein missur fyri sjúkrahúsverkið, sum frammanundan hevur mist
serlæknar á fleiri øðrum økjum, sigur Bjørt Samuelsen.
Í heyst varð sagtm at miðað var ímóti at fáa eina avtalu um giktlæknan tíðliga í ár, men tað eydnaðist so ikki og hann hevur sagt upp.
- Hetta rakar tey mongu, sum hava gikt, og hvørs lívsgóðska er beinleiðis tengd at
góðari, skjótari og álítandi viðgerð, sigur Bjørt Samuelsen.