Giggs misnøgdur við Neville

Ryan Giggs var misnøgdur við Phil Neville eftir dystin ímóti Everton leygardagin. Phil Neville er fyrrverandi liðfelaga hjá Giggst, og hann er beiggi United-liðformann, Gary Neville.

Serliga var Giggs misnøgdur við eina ógvusliga takling av Ronaldo í seinna hálvleiki.

- Tað vóru nógvar harðar takklingar, og tað mást tú góðtaka, men eg haldi, at Ronaldo var farin um koll og kundi ikki verja seg, tá hann var takklaður, segði Giggs við MUTV eftir javnleikin ímóti Everton.