Giggs er nakað fyri seg

33 ára gamli Ryan Giggs er ein legenda í enskum fótbólti, og líkt er til, at Manchester United er sinnað at leingja sáttmálan við hann. Giggs hevur sáttmála restina av hesum kappingarárinum, men hann verður ivaleyst at síggja í United næsta ár eisini.

- Giggs fer ikki at spæla allar dystirnar fyri okkum í ár, men hann verður við vissu í felagnum næsta kappingarár, sigur venjarin Sir Alex Ferguson, sum heldur, at Giggs er nakað heilt fyri seg í enskum fótbólti.