Giffords gevst í politikki

Gabrielle Giffords kunngjørdi í gjár, at hon gevst sum limur í Umboðsmannatinginum, har hon umboðar demokratarnar í statinum Arizona.

Gabrielle Giffords gjørdist kend um allan heim, tá ein maður skjeyt hana í høvdið undir einum politiskum fundi fyri meiri enn einum ári síðani. Kúlan fór tvørtur ígjøgnum heilan, og tað stóð um lív í fleiri vikur.

Í einari fráboðan á Youtube sigur Gabrielle Giffords, at hon noyðist at brúka meiri tíð til at vinna sær heilsuna aftur, og tí hevur hon gjørt av at leggja politikkin til viks.