Nú er greitt, at GÍ er vinnari av bólki 3 í kappingini um løgmanssteypið. Tað hevur við sær, at teir í fjórðingsfinaluni 8. mai, sum er Kristi Himmalferðardagur, skulu spæla á heimavølli móti tí betra av teimum báðum liðunum, ið sleppa víðari úr bólkaumfarinum sum tríarar.
Málríkt
GÍ og B68 hava spælt tvær ferðir móti hvørjum øðrum í hesi vikuni, og skulu vit døma út frá málunum, so hevur tað verið undirhaldandi. Týskvøldið komu fimm mál á Svangaskarði, og hóskvøldið vóru tey sjey í tali í Gøtu.
GÍ kom á odda, tá 10 minuttir vóru farnir, og teir øktu eftir 31 minuttir. Fyrra málið stútaði Magni Jacobsen eftir fríspark, og tað seinna skoraði Henning Jarnskor uppá brotsspark, eftir at Søren Skov Jørgensen varð feldur.
Fyrra umfarið var GÍ fyri tað mesta leikliga omaná, og teir høvdu eisini teir flestu møguleikarnar. Síðstu løtuna mentist B68, og Øssur Hansen kundi havt minkað um munin, tá hann kom einsamallur móti Rúna Joensen, men vinkulin gjørdist ov brattur.
Seinna umfarið hekk tað væl saman hjá B68 fyrstu løtuna, tá teir fleiri ferðir struku ígjøgnum í høgra borði. Øssur Jacobsen, sum var í álopinum saman við Andréy Stokhánov, minkaði beinanvegin um munin, tá hann lobbaði upp um málverjan, eftir at Jákup Eli Olsen, sum var við aftur eftir skaða, hevði sneitt tveir av.
Men í staðin fyri vantaðu útjavningina, var tað GÍ, sum eftir 59 og 63 minuttir økti og aftaná í langa løtu hevði spælið í síni hulu hond. Í sambandi við bæði málini sást, at toftamenn hava trupulleikar í verjuni. Fyrru ferðina sendi Samson Nesá høgt og snúrandi í málteigin, har Súni Olsen (verður heilt skjótt lyklaspælari) fekk góða tíð at temja og skora, og seinnu ferðina sendi Súni Olsen fríspark úr høgru innfyri, har mammubeiggin, Henning Jarnskor, var fyrstur á við nærru stong og við høvdinum snittaði í málið, meðan teir reyðu hugdu at.
Tað gjørdist ongantíð spennandi aftur, tí tey bæði síðstu B68 málini komu ikki fyrrenn eftir 86 og 89 minuttir. Dómarin, sum fýra ferðir hevði gula kortið á lofti, skrásetti bæði sum sjálvmál. Hitt fyrra eftir eitt av fleiri góðum innleggum frá Jan Petersen í høgru, og hitt seinna eftir horna úr vinstra borði frá sama spælara.
Kappast við tíðina
Fyri bæði liðini hava innanhýsis uppgerðirnar ivaleyst verið kærkomin høvi at pussa formin av, áðrenn tað um eina viku verður farið undir landskappingina.
Hjá GÍ var Magni Jarnskor, sum er liðformaður, eftir at Símun Petur Justinussen er givin, ikki við. Hann er skaddur í knænum. Sámal Joensen fekk á miðvøllinum hjálp frá Súna Olsen, Samson Nesá og Magna Jacobsen, og teir funnu væl saman frammanfyri miðverjuna, sum fyri tað mesta var hampuliga trygg.
Hjá B68 er talan um nógv nýtt fólk. Hjá teimum tykist tað hanga saman í løtum, men so finna teir ikki so væl hvønn annan, og í verjupartinum restar framvegis nógv í at koma upp á pláss. Andréy Stakhánov er vandamikil í álopinum, men teir hava ilt við at fáa hann við í spælið. Hin russarin, Serghéy Kréksjin, er miðvallari, men hann sat á bonkinum til tað restaði eitt korter. Hann er góður við bóltinum, men hann manglar saft og kraft í nærdystunum, og tað má vera óheppið, at ein spælari, sum er komin heilt úr Russlandi, ikki telist millum lyklaspælararnar.
GÍ-B68 4-3 (2-0)
1-0: Magni Jacobsen
2-0: Henning Jarnskor (br.)
2-1: Øssur Jacobsen
3-1: Súni Olsen
4-1: Henning Jarnskor
4-2: Sjálvmál
4-3: Sjálvmál