Gevið Tórshavnar býi ein nýggjan musikkskúla

Høli okkara eru niðurpínd og óforsvarlig

So stutt kann tað sigast. Í meira enn 25 ár hevur Tórshavnar musikkskúli verið undir veingjabreiði Tórshavnar býráðs. Býráðið hevur altíð verið positivt og stuðlandi mótvegis musikkskúlanum, og tað eru øll, ið varða av, sera takksom fyri.

 

Næmingatalið er vaksið stútt og støðugt, soleiðis at tað í løtuni ganga 613 næmingar á skúlanum. 9 fulltíðar lærarastørv eru – tilsamans eru tey 41.

Hesi árini hevur musikkskúlin í Havn ment seg til eitt tónlistamentanarligt lokomotiv í føroyska samfelagnum,

har frægastu rútmisku og klassisku tónleikarar landsins geva eitt stórt mentanarligt íkast til trivnaðin í høvuðsstaðnum,

har ið tónleikarapisur ein fyri og onnur eftir, verða kleiktar.

Vit kunnu nevna tónleika-spælistovur, ymsu barnakórini, samstarv við studentaskúlan í Hoydølum um t.d.sangleikin ”Hair”, stóru harmoniorkestrini, miðnámsskeiðið, ið hevur vakt ans uttanlands fyri góð úrslit. Vit kunnu nevna tónleik fyri brekað og ta sera jaligu umboðanina, ið musikkskúlanæmingar hava í Havn og á ferðum uttanlands.

Alt hetta verður skapt í einum umhvørvi, ið als ikki er hóskandi, heldur ikki forsvarligt.

Undirvísing í tónleiki fer oftast fram sum einaundirvísing, og tað sigur seg sjálvt, at nú fer at tátta í, tí hølini eru so fá.

 

Á Frúutrøð 1. eru tey:

4 stovur í niðaru hædd og 5 undir vaðingini + GHM-hølið, sum kann lænast, tá ið GHM ikki nýtir tað.( Eisini skal nevnast, at í hesum 50 ára gamla barakkhúsinum heldur øll fyrisitingin hjá Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla til.)

Skansastova er miðdepil fyri alla rútmiska frálæru:

Hetta er eitt gamalt pakkhús við betongkjallara uttan vindeygu. Ovara hæddin er viður og bleytar eldfimar plátur. Eingin ventilatión og ongar neyðdyr. Luktar illa.

Felags fyri bæði húsini er: eingin ljóðbjálving, og í neyðstøðu slepst illa út.

Í hesum fáu hølum verða teir 613 næmingarnir undirvístir allar vikudagarnar.

Summir lærarar eru so illa kroystir, at teir rekast um á kommunalu skúlunum og enda við at undirvísa heima hjá sær sjálvum.

Nógv eru ljóðførini, t.d. læra 100 at spæla guitar, 175 klaver, 100 violin, 20 bass, 40 messingblástur, 50 klarinett, 40 sello, 50 tvørfloytu, og 50 blokkfloytu + nógv, nógv onnur.

Til teori ganga 420 næmingar, sangararnir eru 160 og síðan er at nevna orkestrini: Harmoniorkestrið, messingorkestrið, slagverksorkestrið, kamarorkestrið, Big band, symfoniorkestrið, guitarbólkar, og hesi hava øll fastar venjingartíðir.

Bíðilistin er endaleysur. Í løtuni standa 2.394 børn á hesum lista.

 

Vit eru vitandi um eitt gott øki á Lutzenstrøð, sum býráðið langtsíðani hevur nevnt sum møguligt øki til ein nýggjan musikkskúla. Eisini eru onnur støð nevnd.

 

Í næstum verður býráðsval, og her vilja vit – lærararáðið á musikkskúlanum saman við túsundtals foreldrum staðiliga heita á tykkum politikkarar um at arbeiða fyri okkara søk.

Býurin veksur við sjeymílaferð.

Fleiri kanningar hava langtsíðani staðfest, at tað at fáast við tónleik og annan kreativitet, fremur innlæringarevnini hjá børnum.

Haraftrat fyribyrgir tað kriminaliteti.

 

Hin 22 oktober kl.17 verður skipað fyri pallborðsfundi í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Evni: Tórshavnar musikkskúli.

Byggið ein nýggjan musikkskúla!