Gevið kvinnum skattafrádrátt

Í sendingini Álvarartos í út­varp­inum fríggjadagin var eitt av evn­u­num brátt farni kvinn­u­dag­­u­r­­in og mál, ið snúgva seg um slík við­ur­skifti. Í pan­el­i­num vóru tvær kvinn­ur og ein mað­ur.

Onnur av kvinnunum, Ása And­r­e­­as­­sen, nevndi hetta við, at vit í Føroyum hava yms­­ar skip­an­ir fyri at be­­halda ávísar menn í land­i­­num. Vit hava eitt nú sjó­­manna­frá­drátt og vit hava hand­verk­ar­a­frá­drátt fyri hand­­verk­ar­ar, sum ar­beiða utt­­an­lands, eins og FAS og DIS og NIS skip­an­ir. Hon eft­irl­ýsti tí eisini ein frá­­drátt, sum ger, at vit fáa fleiri kvinn­ur at flyta heim­aft­ur til Føroyar.
Hagtøl vísa, at 2.000 fleiri menn enn kvinnur eru í Før­­o­y­­um. Log­­ikk­ur­in sig­ur jú, at um tær fáa ein­hvønn frá­drátt, so flyta tær heim­aftur – ella flyta tær ikki av land­i­num, eins og sjómenn og hand­verk­arar.
Púra beint Ása! Hatta var eitt gott hugskot, sum onk­ur av okkara kosnu átti at tik­­ið til sín. Vit vilja hava fleiri kvinn­ur at búgva í Før­oy­um – tað er jú for­treytin fyri at varðveita føroyska mannin!