Dmitrij Medvedev, sum er fyrrverandi forseti í Russlandi og núverandi næstformaður í nationala trygdarráðnum, sigur, at Russland fer ikki at gevast í Ukraina, fyrr enn Ukraina yvirgevur seg.
Maðurin er kendur fyri síni heilt serstøku úttalilsir, og hann er kendur fyri at hótta við kjarnorkuvápnum í tíð og úrtíð.
- Vit fara at halda fram við hernaðarligu "spesialoperatiónini", til Ukraina yvirgevur seg, segði fyrrverandi forsetin í einum fyrilestri í Moskva í dag.
Sambært russisku tíðindastovuni Ria segði hann, at Ukraina er Russland.
Dmitrij Medvedev viðgekk, at tað er ikki møguligt at endurreisa Sovjetsamveldið. Tó helt hann fyri, at landaøkir, sum gjøgnum søguna hava hoyrt til Russland, eiga at venda heim aftur, sum hann tók til.
Í fyrilestrinum segði hann, at spenningurin millum USA og Russland er størri nú, enn hann var undir Kuba-kreppuni í 1962.
Fyrrverandi forsetin og núverandi næstformaðurin í nationala trygdarráðnum hevur eisini sagt, at tað kann gerast neyðugt hjá Russlandi at brúka kjarnorkuvápn í krígnum í Ukraina.