Pensjónir
Á tíðindafundi týsmorgunin kunngjørdi landsstýrið, hvøjar broytingar landsstýrið ætlar at gera í sambandi við fólkapensjónina. Landsstýrið ætlar at broyta tað soleiðis, at allir pensjónistar fara at fáa eina hækkan í pensjónini.
Kristian Magnussen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sigur seg fegnast um, at pensjónistarnir nú fara at merkja ein bata. Hann heldur tað tó vera okkurt at fílast á í hesum sambandinum.
?Landsstýrið hevur havt ríkiligt av tíð til hetta, og tað kann tykjast ógvuliga løgið, at teir nú knappliga koma fram við hesum so skjótt undan komandi løgtingsvali, sigur Kristian Magnussen.
Tað, sum Kristan Magnussen serliga heldur kundi verið gjørt betur, er, at grundupphæddin átti at verði prístalsregulerað.
?Á henda hátt, høvdu pensjónistarnir fingið munandi meira í fólkapensjón, enn teir fáa við hesari nýggju ætlanini hjá landsstýrinum, sigur Krisian Magnussen.
Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum fáa pensjónistar, sum eru og giftir og einki annað forvinna uttan fólkapensjónina, 4.519 krónur meira í pensjón um árið enn áður. Kristian Magnussen sigur, at hevði prístalsregulering verið, hevði munurin heldur verið 6.246 kr.
?Landsstýrið hevur givið fólkapensjónistum fleiri pengar, og hetta eru vit sjálvandi glaðir fyri, men tað, sum landsstýrið veruliga ger, er, at teir geva við aðrari hondin, men taka við hinari. Hetta verður ein skipan, sum ikki er haldbar í longdini, sigur Kristan Magnussen.
Hann heldur tað vera eitt gott stig, at grundupphæddin nú verður gjørd skattafrí, men vil ikki siga nakað um hetta stigið passar saman við teimum ætlanum og tonkum, sum Javnaðarflokkurin hevur gjørt sær í sambandi pensjónsviðurskiftini í framtíðini.
?Høvuðsendamálið eigur at vera, at pensjónin er til at liva av. Tað eru eitt rættiliga stórur partur av fólkapensjónistunum, sum ikki hevur nakra inntøku enn fólkapensjónina, og hesi eiga vit sjálvandi at tryggja, sigur Kristian Magnussen.
Hann heldur ikki nógv um tað arbeiðið, ið sitandi samgonga hevur gjørt á økinum hesa seinastu árini.
?Tað er ikki komið eitt einasta røktarheim afturat hesi seinastu fýra árini, og landsstýrið hevur heldur ikki roynt at funnið eina breiða semju á pensjónsøkinum, sigur Kristian Magnussen.
Kristian Magnussen vil tó ikki siga, at Javnaðarflokkurin fer at atkvøða ímóti uppskotinum, tí so leingi tað er ein bati, so vil flokkurin taka undir við hesum.