Geva teimum ungu pensjón ístaðin fyri at seta teimum krøv

Ungdómar í Føroyum við serligum avbjóðingum hava lítlar og ongar møguleikar at fáa sær útbúgving.

Tað staðfestir felagið hjá fólki við menningartarni, Javni og tað ætlar felagið sær at gera nakað við.

Fyrsta stig á leiðini er at skipa fyri evnisdegi leygardagin um útbúgvingingar til ung við serligum avbjóðingum.

- Tað er sum um at vit hava lítlar og ongar vónir um teirra evni at gerast sjálvbjargin. Tískil geva vit teimum bara pensión, tá ið tey gerast 18 ár, staðfestir Sigrun Wardum, forkvinna í Javna

- Ístaðin áttu vit heldur at sett teimum krøv, um at klára seg sjálvi so væl, sum til ber á sama hátt, sum vit vænta av øðrum ungum.

Hon sigur, at útbúgving er ein av hornasteinunum fyri at kunna liva eitt sjálvstøðugt og virðiligt lív og fyri at gerast tilvitaður um og megna at brúka tey samfelagstilboð, sum finnast.

Á evnisdegnum fara tey at vísa á, hvørjir møguleikar eru at skipa útbúgvingar til ungfólk við serligum avbjóðingum.

Á evnisdegnum leygardagin fer leiðarin á Unges Uddannelsescenter í Danmark, Britta Bak, at greiða frá ymsum tilboðum í Danmark og herumframt fara íslendingar at greiða frá, hvussu tey gera, bæði í sambandi við miðnámsútbúgvingar og í samband við víðari lestur.

Forkvinnan í Javna staðfestir, at eftir ST sáttmálanum skulu børn og ung við serligum avbjóðingum hava skúlatilboð sum onnur ung í landinum.

- Tað kunnu vit ikki siga, at vit í Føroyum liva upp til, tí her fáa bara sjey næmingar tilboð um skúlagongd eftir fólkaskúlan triðja hvørt ár.

- Hetta nøktar als ikki tørvin, sigur hon.

Hon vísir á, at seinast eftirskúlin, Rásin, tók næmingar inn, vóru 17 umsóknir.

- Vit halda, at tað óivað høvdu verið nógv fleiri umsøkjarar, var hugburðurin til skúling av hesum fólkum ørðvísi.

- Tey verða ikki eggjað til at hava ynskir og dreymar. Heldur royna vit at dempa tey, sum hava hesi ynskir, kanska er tað tí at vit stúra fyri, at tey verða vónbrotin.