Get Moving – farið út og rørið tykkum!

– Sløkk telduna, teldilin ella PlayStation og fær út og hoppa band, spæl eitt spæl ella fær ein túr!

Soleiðis eru boðini frá Gigni, sum vil hava fólk meira virkin.

Danska Sundhedsstyrelsen mælir til, at børn og ung eru likamliga virkin í minsta lagið 60 min. hvønn dag. Samstundis eiga vaksin at røra seg í minsta lagið 30 min. hvønn dag. Kanningar hava tó víst, at hóast hetta ljóðar lítið og sum nakað sum átti at borið til hjá teimum flestu, so eru tað nógv, sum ikki røra seg nóg mikið, í mun til hvat verður hildið at verið heilsuliga gagnligt.

Tí roynir Danska Sundhedsstyrelsen við átakinum ”Get moving” at seta sjóneykuna á týdningin av at røra seg og ikki minst, týdningin av, at foreldur og børn eru likamliga virkin saman. Samstundis eru ein rúgva av góðum hugskotum til ymiskar rørslur og spøl.

At vera likamliga virkin er ikki einans heilsugott, men kanningar hava eisini víst, at børn og ung sum røra seg nóg mikið, ofta eru meira lívsglað, trívast betri sosialt og hava meira sjálvsálit.

Eisini í Føroyum mæla vit tí til, at børn og vaksin røra seg nóg mikið. At vera likamliga virkin nýtist ikki at krevja tað stóra ella kosta nakað. Ein bóltur, eitt hoppiband ella bara eitt gott hugskot til ein gongutúr ella eitt rørsluspæl er nóg mikið og samstundis eitt sera gott høvið hjá børnum og foreldrum at vera saman.

At røra seg nýtist ikki at vera keðiligt, men kann vera bæði stuttligt, ”cool” og ein sera góður máti at hugna sær saman.

Hava tit torført við at finna uppá, ber til at leita sær íblástur á leinkjunum niðanfyri:

http://www.getmoving.dk/

GIGNI

www.gigni.fo//