Gestir við gestum í Norðurlandahúsinum

Leygarkvøldið 26. august skipa Gestir saman við Norðurlandahúsinum fyri eini heilt serligari konsert í stóra salinum. Á palli vera The Story Ends, Kári Sverrisson. Høvuðsvertirnir eru tó Gestir

Kári Sverrisson er í hesum døgum er í ferð við at gera komandi fløgu lidna saman við Hans Jacob Kollslíð.
Á G! Festivalinum í summar gav The Story Ends sína fyrstu fløgu út, eins og Gestir á sama festivali gav út sína nógv eftirbíðaðu fyrstu fløgu.
Fyrr í ár vóru Gestir við á stóra AME tiltakinum í Reykjavík, og kláraðu teir seg frálíka væl. Hesaferð verður eisini talan um eina serliga konsert hjá bólkinum, áðrenn Gestir fer niður til Keypmannahavnar 30. septembur at royna seg sum tónleikavertir á Bryggjuni.
Í Norðurlandahúsinum fer Gestir at hava selloleikaranum Tóra Restorff Jacobsen afturat sær á palli, og fer stóra løriftið at verða nýtt. 
Konsertin byrjar kl. 19.30, Atgongumerki fáast í forsølu í kunningarstovuni í Rúnavík og Havn og í Norðurlandahúsinum.