Gerrard má aftur bjarga Liverpool

Tíggju ár eftir minniliga málið móti Olympiakos, er Steven Gerrard framvegis vónin hjá Liverpool

Í gjár vóru tað akkurát tíggju ár síðani, at Steven Gerrard sendi Liverpool víðari úr bólkaspælinum við minniligum máli móti Olympiakos. Tað endaði við, at Liverpool vann Champions League.

 

Nú tíggju ár seinni er Steven Gerrard 34 ára gamal. Hann er framvegis liðskipari, men megin er ikki tann sama sum fyri tíggju árum síðani. Tó so, so er hann framvegis vónin hjá Liverpool, sum í kvøld skal vinna á sveisiska Basel fyri at koma víðari úr Chamapions League bólkaspælinum.

 

Hóast Liverpool síðani handan dagin í 2004 hevur havt onkur góð kappingarár, so er sannleikin í ár, at felagið er í kreppu. Einki bit er í álopinum og nýggju spælararnir taka ikki ábyrgd, meðan verjan og málverjin tykjast hava manglandi sjálválit.

 

Nógv bendir á, at tað enn eina ferð verður upp til 34 ára gamla Steven Gerrard, at hála og draga Liverpool um málstrikuna.

 

Her er ein upptakt til dystirnar í bólki A, B, C og D, sum verða í kvøld.

 

Bólkur A:

 

Atletico Madrid er víðari úr bólki A, men enn er fyrsta plássið ikki tryggjað. Í Torino tekur Juventus móti Atletico Madrid. Juventus er framvegis ikki tryggjað víðari luttøku, men vinna teir við tveimum málum á Atletico Madrid, so fara teir við fyrsta plássinum. Tapur Juventus og Olympiakos vinnur á Malmø, so verður tað Olympiakos, og ikki Juventus, sum kemur víðari.

 

Støðan:

1. Atletico Madrid 12

2. Juventus 9

3. Olympiakos 6

4. Malmø 3

 

Olympiako – Malmø (19:45)

Juventus – Atletico Madrid (19:45)

 

Bólkur B:

 

Basel, Liverpool og Ludogorets spæla øll fyri at koma víðari til endaspælið saman við Real Madrid, sum langt síðani hevur vunnið sær fyrsta plássið. Fær Basel stig, so koma teir viðari, meðan Liverpool og Ludogorets skulu vinna sínar dystir fyri at hava ein møguleika.

 

Støðan:

1. Real Madrid 15

2. Basel 6

3. Liverpool 4

4. Ludogorets 4

 

Liverpool – Basel (19:45)

Real Madrid – Ludogorets (19:45)

 

Bólkur C:

 

Bayer Leverkusen er víðari, Monaco og Zenit elta oddaliðið og skulu spæla í móti hvørjum øðrum í seinasta umfarinum, sostatt kunnu bæði ikki yvirhála týska liðið. Leikluturin hjá Benfica er útspældur og teir enda niðast líka mikið hvat. Monaco kemur víðari um teir megnað javnleik á heimavølli móti Zenit, meðan Zenit skal vinna fyri at koma víðari.

 

Støðan:

1. Bayer Leverkusen 9

2. Monaco 8

3. Zenit 8

4. Benfica 4

 

Monaco – Zenit (19:45)

Benfica – Bayer Leverkusen (19:45)

 

Bólkur D:

 

Vinnur Arsenal á Galatasaray, so skal Borussia Dortmund vinna á Anderlecht fyri at halda fast í oddasessinum. Annars er ongin spenningur í hesum bólkinum. Borussia Dortmund og Arsenal eru víðari, meðan Anderlecht kemur í Europa League.

 

Støðan:

1. Borussia Dortmund 12

2. Arsenal 10

3. Anderlecht 5

4. Galatasaray 1

 

Borussia Dortmund – Anderlecht (19:45)

Galatasaray – Arsenal (19:45)