– Gunvør Balle, løgtingskvinna í høvuðsstaðnum, átti at roynt at búð úti á bygd. Hon skuldi roynt at búð í Skúgvi í ein mánað og í Dali ein annan mánað.
Tað heldur Gerhard Lognberg, sum við beinleiðis tilsiping heldur, at Gunvør Balle ikki hevur ánilsi fyri, hvussu lívið er á bygd. Hann heldur, at um hon royndi at búgva í Skúgvi, so hevði hon sloppið at roynt, hvussu lívið er, tá Sildberin er álitið til sambandið við umheimin. Ella um hon búði í Dali, so hvussu tað var at skulu gjøgnum Dalslíð og Sandslíð, fyri at sleppa av bygdini.
Viðmerkingin hjá Gerhardi Lognberg kann lesast her.
Tað er annars kjakið um Skálafjarðartunnilin og Sandstunnilin, sum aftur hevu fest í hjá Gerhardi Lognberg. Hann hevur í dag boðað frá, at hann stuðlar samgonguni og gongur beinleiðis ímóti sínum egna flokki og floksformanni. Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, viðgongur, at hann hevur ein stóran trupulleiki.
Hvussu leikur fer, hoyra vit meira um.










